##med2##
Skála stríddist aftur væl í dag móti einum toppliði, og endaði at tapa tepran sigur við bert einum máli.
Í dag tapti Skála 0-1 móti B36. Sigursmálið skoraði Alex Mellemgaard uppá brotsspark aftaná Brian Jakobsen var feldur í brotsteiginum hjá Skála.
Ein av teimum sum stríddist væl hjá Skála í dag er Harald Reinert Højgaard. Hann iðrar seg um, at B36 fekk brotssparkið tí júst tá hevði Skála gott tak á dystinum og megnaði at frustrera B36.
Men Harald Reinert Højgaard viðgongur, at hóast góða stríðsviljan so skapar Skála ov lítið av málmøguleikum í dag.
Á ljóðfílini omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Oddur Reinert Højgaard aftaná 0-1 tapið móti B36.
HER ber til at hoyra Sjúrð H. Hoydal siga frá brotssparksstøðuni og sigursmálinum hjá B36. Hoyr eisini samrøðuna Sjúrður gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg.