FREMMANDIR SPÆLARAR
Skála er aftast í 1. deild. Nú sjey umfør eru farin, hava teir ongan dystin vunnið. Teir hava fingið eitt stig ? í javnleikinum á heimavølli ímóti meistarunum í B36. Tí sigur tað seg sjálvt, at niðurflytingarspøkilsið av álvara er farið at gera um seg. Tað hava teir á Skála nú gjørt nakað ítøkiligt og víðgangandi við. Fyrst í hesi vikuni komu tríggir spælarar úr Rumenia og til Skála. Høvuðssetningurin hjá teimum er at hjálpa til við fótbóltinum. Um teir vera við sunnudagin, tá Skála á Sevmýri skal spæla týdningarmiklasta dystin á árinum, var ikki greitt í gjár, men teir vónaðu, at viðurskiftini kundu koma upp á pláss.
Kurt Rasmussen er formaður í Skála Ítróttarfelag. Hann váttar tíðindini um fremmandu menninar, sum eru komnir til Skála, og hann staðfestir, at talan er ikki um nakað fíggjarligt ódnartak fyri ikki serliga stóra felagið:
? Málverjin hjá okkum, Eugen Voda, er úr einum minni býi ikki so langt frá Timosoara og markinum til Ungarn. Nýggju menninir eru ættaðir úr sama plássi sum málverjin. Tað er væl kent, at umstøðurnar í Rumenia ikki kunnu sammetast við tær, sum eru hjá okkum. Eugen Voda arbeiðir her á Skála, og ætlanin er, at nýggju spælararnir skulu arbeiða her í bygdini. Tað fáa teir nógv meiri burturúr, enn teir fáa burturúr at vera heima. Tað er gularótin, sum hevur fingið teir at koma henda vegin. Luturin hjá okkum er at rinda ferðaútreiðslurnar og at fáa teir undir tak.
Elsti spælarin er 34 ára gamal, og hinir eru 27 og 21. Tann yngsti er stórur verjuspælari, meðan hinir eru meiri framrættaðir. Teir báðir eldru vóru síðsta kappingarár í næstbestu deildini í Rumenia. Liðið, sum teir spældu á, hevur áður verið í bestu deildini, har teir eisini royndu seg.
Neyðugt átak
Tá vit spyrja Skála formannin, um hann ikki stúrir fyri, at stóra tilgongdin uttan úr heimi kann hava við sær, at hugurin millum teir lokalu fer at minka, so heldur hann ikki, at tað er orsøk til at stúra:
? Tvørturímóti. Støðan er soleiðis nú, at um vit ikki fáa vent óhepnu gongdini, so kann tað vera so skjótt, at hugurin ikki verður eins góður, og hann hevur verið higartil. Rundanum felagið hevur nógv verið tosað um, at tað skuldi vera neyðugt at fáa styrk aðra staðni frá, og nú hava vit við málverjanum sum millummanni fingið møguleikan.
Duga teir at spæla fótbólt?
? Teir hava luttikið í venjingini í hesi vikuni. Umstøðurnar eru nýggjar, teir hava ikki spælt á graslíki áður, og tað er altíð torført, tá tú spælir í nýggjum skóm, saman við nýggjum spælarum og so víðari. Men tað er eyðsýnt, at teir sammett við føroyskar spælarar eru væl fyri í bóltførleika, og teir eru í góðari venjingarstøðu. Tað er bara ein vika síðani, at kappingin var liðug í Rumenia.
Meinir skaðar
Tá vit tosa við Skála formannin um gongdina higartil í ár, so heldur Kurt Rasmussen, at tað hevur verið meiri strevið, enn teir frammanundan høvdu roknað við.
? Vit hava brúkt somu spælararnar, sum í fjør spældu okkum upp úr 2. deild, og vit hava fingið fleiri spælarar afturat. Men tað hevur ikki verið nóg mikið. Tá vit ikki hava vunnið í sjey landskappingardystum, so kunnu vit ikki siga, at talan er bara um óhepni, sjálvt um vit hava verið óhepnir eisini.
Hvussu tá?
? Eg hugsi um skaðarnar. Pauli Hansen var í fjør drívmegin á miðvøllinum. Tað var hann eisini í bólkaumfarinum í steypakappingini, men nú er hann langtíðarskaddur. Vit roknaðu við nógvum frá Jonhardi Frederiksberg, sum ikki var við í fjør, tí hann var burturstaddur. Í steypakappingini royndist hann væl í álopinum, men síðani hevur hann eisini verið nógv skaddur, og vit hava eisini havt aðrar skaðar og leikbann eisini.
Kenna tit munin at vera stóran millum bestu og næstbestu deildina?
? Eg haldi, at støðan hjá okkum vísir, at talan er um stóran mun. Hópurin, sum var ivaleysa breiður og stórur til uppflyting, er ikki nóg góður nú, sjálvt um vit hava fingið styrkir uttanífrá. Úrslitini vísa, at støðan er soleiðis. Tað verður vant meiri, og tað gongur skjótari og harðari fyri seg í dystunum. Hetta er veruleikin, sum vit mugu fyrihalda okkum til. Áhugi hevur verið fyri at fáa styrk aðra staðni frá, og nú eru spælararnir komnir. Vit vóna, at teir verða við á Tvøroyri sunnudagin, men enn er tað ikki heilt greitt, um tað fer at bera til. Á Tvøroyri verður talan um sannan lagnudyst fyri okkum. Tað snýr seg bæði um stigini og eisini um grundarlagið undir motivatiónini hjá spælarunum at halda fram at gera stóra arbeiðið, sum teir higartil hava lagt í fótbóltin, segði Kurt Rasmussen, formaður í Skála Ítróttarfelag, fyrrapartin í gjár.










