Skála snýtti grannarnar

1.DEILD: Úrslitið á Skála í kvøld eru góð tíðindi á Toftum og í Fuglafirði

Tað verður eystanstevna um vikuskiftið. Tí var grannauppgerðin í fyrstu deild millum Skála og NSÍ framskundað til íkvøld.

Næstbesta NSÍ liðið noyddist til hús aftur við 5-2 tapi. Í nógvum regni og loti, sum heimaliðið hevði ímóti í fyrra hálvleiki, vann Skála 5-2 eftir 2-0 hálvleiksleiðslu.

Jákup Johansen, sum leingi hevur verið skaddur og nú er komin fyri seg aftur, skoraði tvey mál fyri heimaliðið.

Úrslitið var púra óvæntað, tí NSÍ er næstfremst, og Skála var undan grannauppgerðini næstaftast.

 

NSÍ liðið var væl mannað, og tað var Skála liðið eisini.

Á NSÍ liðnum vóru eitt nú Per Langgaard, Jann Martin Mortensen, Magnus H. Olsen og Bárður J. Hansen, sum leingi hevur verið skaddur, og sum var á vøllinum í fyrra hálvleiki.

 

Á Skála liðnum vóru umframt Jákup Johansen eitt nú Teitur R. Joensen, Jannik M. Olsen og Andri Benjaminsen.

 

At Skála vann 5-2 eru góð tíðindi í Fuglafirði og á Toftum. ÍF og B68 stríðast fyri at vinna uppflyting.

Í fjør flutti bara eitt lið upp, og higartil hevur støðutalvan bent á, at tað aftur í ár bara verður eitt lið, sum flytur upp.

At NSÍ tapti í kvøld ber við sær, at ÍF og B68 í vikuskiftinum hava møguleika at styrkja um teirra støðu í kappingini um fremstu plássini og harvið møguleikan at flyta upp.

Leygardagin skal B68 spæla á heimavølli ímóti næstbesta liðnum hjá HB.

Leygardagin skal ÍF spæla á heimavølli ímóti næstbesta liðnum hjá Suðringum.

 

1.DEILD

Skála – NSÍ 5-2 (2-0)

1-0: Nenad Saric 30

2-0: Jákup Johansen 42.

3-0: Jákup Johansen 58. 

4-0: Poul N. Poulsen 76.

4-1: Sjúrður Pauli Nielsen 84.

4-2: Steffan Løkin 87.

5-2: Jóhan Johansen 92.

 

Støðan

13

11

1

1

37

12

34

NSÍ

14

9

2

3

39

17

29

ÍF

13

8

2

3

42

22

26

B68

13

8

1

4

32

18

25

B71

13

7

0

6

30

32

21

Víkingur

13

6

1

6

21

23

19

HB

13

3

2

8

19

20

11

Skála

14

3

1

10

21

33

10

Giza Hoyvík

13

2

4

7

13

25

10

Suðringar

13

0

4

9

13

65

4

 

Fríggjadagin 15. juni

B71 - Víkingur

Leygardagin 16. juni

KÍ – Giza Hoyvík

ÍF – Suðringar

B68 – HB