Skála skal úr aldudalinum

Eftir leikbann er AB málverjin tøkur aftur

Tað eru bara fáar vikur síðani, at teir á Skála vóru ikki so langt frá fimta plássi. Tá tóktust vánirnar góðar, tí næstu avbjóðingarnar vóru 07 Vestur á útivølli og EB/Streymur á heimavølli. Skála tapti báðar hesar dystirnar, og undan dagsins avbjóðing er Skála á sjeynda plássi – sjey stig frá fimta plássinum.

-Tað er ikki koppað okkara veg, og ímóti EB/Streymi var mótbrekkan brøtt, tá ið vit tíðliga mistu ein mann. Nú hava vit nýggjan møguleika. Venjingarnar hava verið góðar hesar báðar vikurnar, síðani vit spældu seinast, og hugburðurin er góður, sigur Skála venjarin Eyðun Klakstein.

Jákup Jakobsen er leikbannaður. Tí er neyðugt við nýggjum stýrimanni í miðverjuni.

Jákup Johansen, sum leingi hevur verið skaddur, er tøkur aftur. Hann var væl upplagdur, tá ið hann mikukvøldið var ein tíma á vøllinum, tá ið næstbesta liðið spældi ímóti NSÍ. Eftir at hava verið skaddur tað mesta av hesum árinum er Haraldur R. Højgaard tøkur aftur.

 

Mikukvøldið misti AB møguleikan at vinna seg í fyrstu steypafinaluna nakrantíð.

Tá var málverjin Heðin Stenberg leikbannaður. Hann verður í dag millum AB stólparnar. Bjarki Nielsen er leikbannaður. Tað er ivasamt, um miðverjin Árni G. Olsen verður førur fyri at spæla. Bjarni Skála er tøkur aftur eftir leikbann mikukvøldið.

-Vit vístu góðan hugburð ímóti HB mikukvøldið, og avrikið var leingi gott. Ímóti Skála skulu vit byggja víðari á tað, sum vit leingi megnaðu so væl, sigur AB miðverjin Sørin Samuelsen.