Skála sigraði á EB/Streymi

EB/Streymur kom annars á odda í fyrra hálvleiki, tá Arnbjørn Hansen fekk beint eitt innlegg í netið. Hetta er fyrsti landskappingardystur hansara í ár, so ein frálík byrjan til unga kollfirðingin.

Skála vildi tó ikki hava hetta sitandi á sær, og teir javnaðu eisini við brotssparki, sum Alexandur Johansen setti í netið.

 

1-1 var hálvleiksstøðan, men ikki endaliga úrslitið, tí tað eydnaðist eisini Skála at leggja seg á odda stutt áðrenn dómarin floytaði fyri síðstu ferð. Eitt innlegg kom úr høgru síðu, og tað setti Bogi Gregersen í netið við einum fínum skoti, soleiðis at Skála nakrar minuttir fyri leiklok, kom á odda 2-1.

Hesa leiðslu megnaðu teir at varðveita, til bríkslað var fyri seinastu ferð, og soleiðis fingu skálamenn trý stig á kontoina aftrat.