Skála sigraði í 24. royndini

Sorin Anghel og hansara menn hava eftir sigurin ímóti AB framvegis møguleika at sleppa burtur av aftasta plássi

Fyri 24. ferð í ár eru skálamenn á veg av vøllinum eftir landskappingardyst. Sammett við tær 23 undanfarnu ferðirnar er tað øðrvísi í kvøld, at Skála er á veg av vøllinum við fullari úrtøku.

Tríggjar ferðir í 23 teimum undanfarnu ferðunum hevur Skála vunnið eitt stig. Í kvøld hevur Skála vunnið 2-0 á heimavøllinum undir Mýruhjalla ímóti AB. Teir tríggir javnleikurin og hesin fyrsti sigurin gera, at Skála nú hevur seks stig.

Skála er framvegis aftast, men nú er frástøðan til AB á níggjunda plássi bara eitt stig. Tað er heilt víst, at tað liðið, sum endar aftast, fer at flyta niður. Tað kann vera, at liðið á níggjunda plássi fer at flyta niður, men tað er ikki víst.

Í regninum undir Mýruhjalla í kvøld, har líkindini at spæla vóru góð, sást væl, at Skála í løtuni eigur betri fótbóltslið, enn teir í Aegja Bóltfelag eiga.

Skálamenn vóru miðvísir. Teir vóru betri við bóltinum, teir funnu hvønn annan betri, enn gestirnir gjørdu, verjuspælið var betri skipað, enn tað var hjá AB, og tað var meiri tyngd og broddur í álopspartinum hjá Skála, enn tað var hjá AB.

At tað miðskeiðis í fyrra hálvleiki eydnaðist miðverjanum Kristian Martin Jakobsen at stuta til 1-0 eftir hornaspark frá Niels Paula Danielseen bar við sær, at spæligleðin og sjálvsálitið millum heimamenninar vuksu.

Fram ímóti steðginum hevði Skála fleiri góðar málmøguleikar, men tað eydnaðist ikki Heðini Klakstein, Ronni Møller-Iversen og Pæturi Dam Jacobsen at skora.

Seks minuttir eftir steðgin vóru teir í AB óhepnir at gera sjálvmál, og so var mótbrekkan hjá AB øgiliga brøtt.

AB royndi at leggja meiri fyri í álopspartinum, og onkra ferðina var talan um spenta støðu í brotsteiginum, og eftir frísparksinnlegg var møguleikin í einum føri góður, men tað eydnaðist ikki at raka málið. Og so var Bárður á Reynatrøð í Skálamálinum heppin, tá ið møguleikin var heilt stórur.

AB er nú eitt stig frammanfyri Skála, sum hevur tvey mál betri málmun enn AB. Tað kann fara at verða avgerandi.

AB restar fýra dystir, og Skála restar tríggjar dystir.

Skráin hjá AB í fýra teimum síðstu umførunum er HB (h), ÍF (ú), KÍ (ú) og EB/Streymur (h).

Skráin hjá Skála í trimum teimum síðstu umførunum er B36 (h), EB/Streymur (ú) og TB (ú).

 

Skála – AB 2-0 (1-0)

1-0: Kristian Martin Jakobsen 25.

2-0: sjálvmál 51.

Dómari: Rúni Gaardbo

Skála: Bárður á Reynatrøð – Karl Martin Johansen, Teitur R. Joensen, Kristian Martin Jakobsen, Jónhard Frederiksberg – Pætur Dam Jacobsen, Niels Pauli Danielsen – Heðin Klakstein (Erland Berg Danielsen, 85.), Ronni Møller-Iversen, Andreas Egeberg Jacobsen (Aksel B. Danielsen, 77.) – Jan Ingason Hansen (Poul Kallsberg, 63.)

Gult kort: Pætur Dam Jacobsen, Kristian Martin Jakobsen

Venjari: Sorin Anghel

AB: Silas Eyðsteinsson – Dánjal Reginsson (Jónas Stenberg, 58.), Sørin N. Samuelsen, Mikkjal Hentze, Ári Arge – Rógvi N. Poulsen, Ásbjørn Heðinsson – Jasper Van Der Heiyden, Jobin Drangastein (Bjarni Skála, 29./Gilli Róason, 51.),  Bjarki C. Nielsen – Adeshina Lawal

Gult kort; Rógvi N. Poulsen, Ásbjørn Heðinsson, Bjarki C. Nielsen

Venjarar: Tonny Brimsvík og Símun Samuelsen

 

ÍF - NSÍ 2-3 (1-0)

1-0: Andy Ó. Olsen br 37.

1-1: Petur Knudsen 57.

1-2: Mórits Heini Mortensen 61.

1-3: Petur Knudsen 71.

2-3: Andy Ó. Olsen br 80

Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen

ÍF: Jákup Nolsøe Olsen – Sjúrður Pauli Nielsen (Jóhan Petersen, 90.), Jens Joensen, Hákun Edmundsson, Andy Ó. Olsen – Sámal Joensen, Karl Løkin – Pól Jákup Lundsbjerg (Bogi Løkin, 64.), Gundur E. Petersen (Tóri Nolsøe Olsen, 88.), Hans Jákup Lervig – Uros Stojanov

Gult kort: Jens Joensen, Karl Løkin

Venjarar: Hans Jørgen Djurhuus og Ólavur Larsen

NSÍ: Tórður Thomsen – Jákup Jakobsen, Jóhan Troest Davidsen, Oddur Á. Højgaard, Pætur Turiðarson Skipanes – Jann J. Benjaminsen, Jesper Flinck Christjansen, Rógvi Egilstoft, Mórits Heini Mortensen (Aron Knudsen, 62.) – Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen (Steffan Løkin, 76.)

Gult kort: Tórður Thomasen, Jákup Jakobsen

Venjarar: Poul Helgi Jacobsen og Jens Martin Knudsen.

 

HB - Víkingur 4-0 (3-0)

1-0: Hørður H. Askham 3.

2-0: Adrian Justinussen 10.

3-0: Mikkel Dahl 22.

4-0: Hilmar Leon Jakobsen 60.

Dómari: Dagfinn Forná

HB: Teitur Matras Gestsson – Heri H. Mohr (Jógvan Rói Davidsen, 64.), Bartal Wardum, Heðin Hansen, Daniel Johansen – Mathias Nygaard, Hørður Askham, Dan í Soylu, Adrian Justinussen – Hilmar Leon Jakobsen (Mikkel Frankoch, 76.), Mikkel Dahl (Pætur J. Petersen, 64.)

Gult kort: Hørður H. Askham, Mathias Nygaard

Venjari: Jens Berthel Askou

Víkingur: Elias Fagrá – Ari Olsen, Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Noah Mneney – Arnbjørn Svensson (Geza David Turi, 63.), Bogi Reinert Petersen – Olaf Bárðarson, Sølvi Vatnhamar, Jákup Johansen – Finnur Justinussen

Gult kort: Ari Olsen, Noah Mneney

Venjari: Jóhan Petur Poulsen

 

Leygardagin

KÍ - EB/Streymur 2-1 (1-0)

1-0: Jóannes K. Danielsen 18.

2-0: Heini Vatnsdal 72.

2-1: Arnbjørn Hansen 86.

Dómari: Rúni Olsen

KÍ: Lukasz Jarosinski – Jóannes K. Danielsen, Heini Vatnsdal, Jesper Brinck, Ísak Simonsen (Odmar Færø, 77.) – Jóannes Bjartalíð, Deni Pavlovic, Jákup B. Andreasen, Patrik Johannesen (Páll A. Klettskarð, 46.) – Boris Dosljak (Jonn Johannesen, 91.), Ole Erik Midtskogen

Gult kort: Jesper Brinck

Venjari: Mikkjal Thomassen

EB/Streymur: Rói Zachariassen – Árni G. Olsen (Magnus Heinason, 91.), Petur Zachariasen (Arnbjørn Hansen, 78.), Andras Ó. Olsen, Ragnar B. Danielsen (Magnus Jarnskor, 78.) – Hjalti Kárason Djurhuus, Bárður Olsen – Bjarki Zachariassen, Niklas T. Kruse, Símun Sólheim – Gutti Dahl-Olsen

Gult kort: Rói Zachariassen, Andrass Ó. Olsen, Hjalti Kárason Djurhuus 

Venjari: Jákup Martin Joensen

 

B36 - TB 2-0 (1-0)

1-0: Sebastian Pingel 14.

2-0: Árni Frederiksberg 69.

Dómari: Bjarki Danielsen

B36: Símun Rógvi Hansen – Benjamin Heinesen, Erling D. Jacobsen, Sonni Ragnar Nattestad (Hannes Agnarsson, 46.), Alex Mellemgaard – Stefan Radosavljevic (Jóhann Hansson Joensen, 84.), Andreas Thomsen (Martin Agnarsson, 46.) – Árni Frederiksberg, Michal Przybylski, Ragnar Samuelsen – Sebastian Pingel

Gult kort: Michal Przybylski

Venjari: Jákup á Borg

TB: Frederik Mehder – Jens Erik Bruhn (Jóhan Renéson Thomsen, 90.), Rasmus Møller, Ndende Adama Guéye, Samudeen Musah – Rógvi Joensen, Sebastian Kroner – Nikolei Johannesen, Mark Kongstedt, Einar Thomsen – Filip Obadovic (Andreas Midjord, 76.)

Gult kort: Jens Erik Bruhn

Venjari: Michael Winter 

 

HB232012711861
NSÍ231724481953
211632601951
B36221615662949
Víkingur231427473444
ÍF236512304923
EB/Streymur246216225820
TB243615153315
AB23071614587
Skála24132018603

Mikudagin 21. oktober

KÍ - B36

Leygardagin 24. oktober

NSÍ - Víkingur

AB - HB

Sunnudagin 25. oktober

KÍ - ÍF

Skála - B36

EB/Streymur - TB