Fyri fyrstu ferð er grind deyð í Runavíkar kommunu. Tað hendi í dag, tá ein grind legði beinini í Funningsfirði. Har er grind tó deyð fyrr, men ikki síðani gamla Elduvíkar kommuna legði saman við Runavíkar kommunu.
Av býráðsskrivstovuni í Runavík verður upplýst, at grindin í Funningsfirði verður býtt í drápspartar og heimapartar, og at tað verður Skála og nakrar av smærru bygdunum í Runavíkar kommunu, ið fáa heimapart hesaferð:
· Elduvík, Funningsfjørður og Funningur - verður skorið upp á bryggjuni í Funningsfirði
· Skála og Skálafjørður - verður skorið upp á bryggjuni á Skála
· Oyndarfjørður - verður skorið upp á bryggjuni í Oyndarfirði
· Rituvík - verður skrorið upp á lendingini í Rituvík
· Æðuvík - verður skorið upp á lendingini í Æðuvík
Runavíkar kommuna heitir á fólk um at koma at skera upp klokkan 9.00, og at lýst verður nærri, nær heimapartarnir kunnu avheintast.