Skála og KÍ spæla hálvfinalu

Skála og KÍ hittast í aðrari hálvfinaluni í kappingin um Løgmanssteypið, men tað er enn ógreitt hvørjum B36 skal spæla ímóti. Møguleikarnir eru EB/Streymur, VB/Sumba og HB


Í gjár var lutakastið til hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið, og lutakastið hevði við sær, at KÍ og Skála spæla í aðrari hálvfinaluni. Í hinari hálvfinaluni er B36 til reiðar, men tað er framvegis ógreitt, hvørjum teir skulu spæla ímóti.
Ein av fjórðingsfinalunum var ikki spæld, tí tað framvegis ikki er komin ein endalig niðurstøða um spæliloyvið hjá einum av spælarunum hjá HB. EB/Streymur hevur tí ikki spælt sína fjóðringsfinalu, sum skal verða ímóti antin HB ella VB/Sumba, alt eftir hvat niðurstøðan verður av nýggju viðgerðina av manglandi spæliloyvinum hjá Páll Mohr Joensen.
Fyrru hálvfinalurnar verða spældar mikudagin 5. juli, og tað spæla Skála og KÍ á Skála, meðan B36 hevur útidyst. Seinnu hálvfinalurnar verða 23. juli, og tá hava útiliðini í fyrru dystunum heimavøll.
Tað verður sostatt lítil og eingin summarferia hjá feløgunum, sum skulu spæla hesar hálvfinalur, tí báðir dystirnir liggja í juli mánaði.
Finalan verður á Tórsvølli tann 29. juli.