Skála og FC Suðuroy eru á útivølli

Tveir dystir í næstbestu fótbóltsdeildini hjá monnum eru á skránni seinnapartin. Leygardagin var 8. umfar, men bara tríggir dystir vórðu spældir. Tveir dystir vórðu útsettir. Tað komst av, at tvey av liðunum í deildini síðsta sunnudag spældu fjórðingsfinalu í kappingini um løgmanssteypið.

 

Nú hava Skála og FC Suðuroy bara landskappingina at hugsa um. Liðini eru í tættari kapping um pláss í bestu deildini, og í dag eru tey bæði á útivølli. FC Suðuroy skal spæla í Gundadali ímóti teimum næstbestu hjá B36, og Skála skal um Gøtueið at spæla ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi.

 

9. umfar verður spælt í vikuskiftinum. Tá vera tveir dystir leygardagin og tríggir sunnudagin.

 

8. umfar – í dag

B36-FC Suðuroy: Súni Fríði Barbá kl. 15.00

Víkingur-Skála: Alex Troleis kl. 15.00

 

Støðan

B68 20 stig

HB 16 stig

Skála 13 stig

FC Suðuroy 13 stig

KÍ 10 stig

TB 10 stig

B36 8 stig

Víkingur 7 stig

EB/Streymur 6 stig

B71 4 stig

Skála, FC Suðuroy, B36 og Víkingur hava spælt 7 dystir, og hini liðini hava spælt 8 dystir.

Mynd: b68.fo Sandri Gerðisá