Fótbóltur
Trý stig eru upp til næstu liðini, og annað av hesum fær heilt víst stig um vikuskiftið.
Tey bæði fyrstu árini, sum Skála var í bestu føroysku deildini, megnaði liðið á mest sum ótrúligan hátt at vinna seg upp um niðurflytingarstrikuna seinastu umførini. Í báðum førum við trimum sigrum á rað.
Og sum fortreytirnar eru í dag, noyðist Skála skjótt aftur at gera ein Skála. Og byrjar hesin ikki nú, verður mest sum vónleyst at lyfta seg tvey pláss upp á stigatalvuni, har KÍ og B71 eru liðini, sum vinnast skal á.
Hesa ferð er mótstøðuliðið B68, sum hevur verið sera væl koyrandi síðani summarsteðgin. Hinvegin kann hugsast, at toftamenn ikki eru heilt so topptunaðir, sum teir hava verið seinastu vikurnar, nú teir mest sum við vissu hava rokkið málinum um halda sessinum í deildini.
Tað hevur Skála so langt ífrá, men tað telur rætta vegin, at teir hava allar mans tøkar til dystin.
Tað hevur B68 eisini. Eisini Jóhan Símun Edmundsson, sum fyrst keikti sær fótin og síðani breyt sær nøsina. Hartil hevur Bill McLoud Jacobsen eisini møguleika at hjava senegalesiska Landing við í hópinum. Hesin hevur als ikki spælt í landskappingini, tí hann varð álvarsliga skaddur longu í venjingardysti undan kappingarbyrjan.