Skála hugsar ikki um hini

Við at spæla sítt spæl, uttan at nýta orku til at hugsa um hini úrslitini, royna Skálamenn framhaldandi at halda fast í oddasessinum

Upptakt
Jákup Mørk

Eftir 19 umfør av Formula-deildini eitur oddaliðið framvegis Skála, og stendur tað til spælararnar á orangju-litta liðnum, so er hetta eisini ein støða, sum stendur við eftir 20. umfarið.
- Vit royna bara at koyra á. Klára vit at vinna okkara dystir, so er tað ikki so nógv annað, sum vit fáa gjørt.
Og tit hugsa ikki um, hvussu úrslitini verða aðrastaðni kring landið?
- Nei. Tað fáa vit ikki brúkt til so nógv.
Soleiðis staðfestir lyklaspælarin hjá Skála, Pauli G. Hansen, nú teir fyrireika seg til at fara til Vágs, har trupult útidystur móti VB bíðar. Ein dystur, sum Skála ongantíð áður hevur vunnið, men hinvegin hava teir broytt so nógv hagtøl hesi bæði seinastu árini, at tað ikki man vera nakað, sum órógvar hópin stórvegis.
Pauli sigur annars, at hjá teimum eru mest sum allir mans tøkir. Einasta ivamálið er Arnold Berg, sum er nakað eymur í knænum, og fríggjadagin var framvegis ikki greitt, hvørt hann fór at spæla.

Mortan helst tøkur
Í VB hava tey enn vónir um, at tað skal eydnast at flyta liðið væl og virðiliga burtur frá niðastu sessunum. Sigurin hjá KÍ á Sevmýri ber við sær, at tað nú bara eru tvey stig niður til ovaru strikuna, og tað vilja vágbingar fegnir broytar.
Bjarni Johansen - veteranurin á liðnum - staðfestir, at teir eru væl fyri til uppgávuna. Størsta ivamálið sigur hann vera Mortan úr Hørg, sum fekk eina ljóta eftirtackling í landsdystinum mikukvøldið. Í landsliðsleguni varð tá roknað við, at talan ikki var um nakran liðbandsskaða, og tí verður Mortan ivaleyst á lðinum hjá VB, sum skal royna seg móti oddaliðnum.