Nú er tað greitt, hvør fer at hava ábyrgdina á beinkinum hjá Skála í morgin og tað, sum er eftir av hesum kappingarárinum.
Spælararnir hjá Skála eru stevndir saman til stutta venjing undir Mýruhjalla klokkan 18 í kvøld. Har hitta teir nýggja venjaran, sum er Sorin Anghel.
Eftir 14 dystir hevur Skála eitt stig.
Setningurin hjá 41 ára gamla Sorin Anghel og spælarunum er at skava nóg mikið av stigum saman, so tað skal bera til hjá Skála at sleppa undan at flyta niður.
Fyrsti dysturin verður í morgin á heimavølli ímóti KÍ, og næsti dysturin verður hóskvøldið á útivølli ímóti AB, sum Sorin Anghel var venjari hjá í 2018 og 2019. Ætlanin var, at hann eisini í ár skuldi vera venjari á Argjum, men tíðliga í ár fóru AB og Sorin Anghel hvør til sítt.
Hóskvøldið verður Sorin Anghel aftur á Argjum. Tá verður tað sum venjari hjá Skála, sum kappast við AB um at sleppa undan at flyta niður.
Tað var neyðugt hjá Skála at finna nýggjan venjara, eftir at tað í gjár varð greitt, at Bill Jacobsen gavst á Skála.