Skála hevur royndar spælarar á beinkinum

Hjá KÍ er Heini Vatnsdal millum teir fyrstu ellivu, meðan Jesper Brinck er á beinkinum

Síðstu vikurnar hevur Pauli G. Hansen sitið á beinkinum hjá Skála saman við Bill Jacobsen. Í dag er Pauli G. Hansen á beinkinum saman við Sorin Anghel.

Av góðum grundum kennir Sorin Anghel ikki spælararnar á Skála heilt væl, tí hann hitti teir fyrstu ferð í gjárkvøldið. Tí man venjarin hava lurtað eftir hjálparvenjaranum, tá ið liðið varð sett.

Merkisvert er tað, at fleiri av teimum, sum higartil í ár hava verið nógv á vøllinum, eru á beinkinum í dag.

Á beinkinum í dag, nú KÍ er á vitjan undir Mýruhjalla, eru eykamálverjin Suni Ernstsson og so Karl Martin Johansen, Mikal á Reynatrøð, Niels Pauli Danielsen, Heðin Klakstein, Djóni Petersen og Jóhan Bergsson Johansen.

Hjá KÍ er Heini Vatnsdal millum teir fyrstu ellivu. Merkisvert er tað, at miðverjin Jesper Brinck er á beinkinum. Hann hevur higartil verið fastur fúsur í miðverjuni. At hann er á beinkinum í dag man komast av, at KÍ skal spæla aftur longu hóskvøldið, tá ið KÍ skal til Margáir at spæla ímóti EB/Streymi.

Á KÍ beinkinum eru eykamálverjin Meinhardt P. Joensen, Dávid Langgaard, Ísak Simonsen, Jesper Brinck, Ólavur Niclasen, Børge Petersen og Steinbjørn Olsen.

 

Skála – KÍ kl. 15.00

Dómari: Kári J. á Høvdanum

Skála: Bárður á Reynatrøð – Jóhan Waag Høgnesen, Petur Pauli Mikkelsen, Teitur R. Joensen, Hjalti Strømsten – Pætur Dam Jacobsen, Haraldur R. Højgaard – Poul Kallsberg, Ronni Møller-Iversen, Andreas Egeberg Jacobsen – Jan Ingason Hansen

KÍ: Kristian Joensen – Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Deni Pavlovic - Jóannes Bjartalíð, Jákup B. Andreasen, Patrik Johannesen, Jóannes K. Danielsen – Páll A. Klettskarð, Ole Erik Midtskogen, Jonn Johannesen