Skála hevur knívin á barkanum

Fuglfirðingar rokna við stórari mótstøðu, og um tað verður, sum tað áður hevur verið, tá ið Skála hevur verið í stórum vanda fyri at flyta niður, so fara skálamenn at leggja nógv fyri

FÓTBÓLTUR

 

Í morgin fer Formula liðið hjá Skála saman við trúføstu stuðlunum um Gøtueið og Varmakeldueið og til Fuglafirðar. Tað er møguleiki fyri, at Skála seint seinnapartin fer at fara til hús við staðfestingini í viðførinum um, at besta Skála liðið næsta ár ikki verður partur av bestu deildini.

Skála hevur á 10. plássi 18 stig, og KÍ er á 8. plássi við 24 stigum. Um KÍ fær fult á Toftum, og Skála einki fær við sær úr Fuglafirði, so verður munurin undan trimum teimum síðstu umførunum níggju stig. Málmunurin hjá Skála er væl verri, enn hann er hjá KÍ.

- Vit spæla fyri møguleikanum, og vit hava framvegis gott mót um, at tað skal bera til, sigur Skála liðformaðurin Pauli G. Hansen. Skála hevur áður verið í svárari kreppu og kortini riðið stormin av. Tvey tey fyrstu árini í bestu deildini – í 2002 og 2003 – stóð heilt illa til, men Skála kom undan niðurflytingini.

Bogi Gregersen hevur verið sera væl upplagdur, síðani hann fyrr í summar aftur gjørdist partur av Skála álopinum. Nú er Bogi burturstaddur í arbeiðsørindum, og hann verður ikki við í Fuglafirði. Oby hevur ikki verið nógv ímillum teir fyrstu ellivu seinastu tíðina. Nú er møguleiki fyri, at hann verður í álopinum saman við Jónhardi Frederiksberg.

Skála hevur fyrr í ár tapt 1-0 í Fuglafirði og vunnið 3-2 á heimavølli ímóti ÍF.

ÍF hevur 26 stig, men fuglfirðingar kenna seg ikki heilt tryggar.

- Tað er neyðugt við nøkrum stigum afturat, um vit skulu vera vísir í at sleppa undan niðurflytingini. Avbjóðingin hesa ferð verður torfør, men um tað eydnast at vinna, so fer at síggja heilt hampuligt út, staðfestir ÍF venjarin Albert Ellefsen.

Miðverjin Jonn Thomsen er tøkur aftur eftir leikbann, og vinstri vongverjin Jan Ellingsgaard er tøkur aftur, eftir at hann var burturstaddur síðsta sunnudag, tá ið ÍF tapti í Gundadali ímóti HB.