Skála hevur argað NSÍ í trý ár

NSÍ liðformaðurin er av álvara farin at nærkast 200 málum

Seint seinnapartin verður tað grannauppgerð og kommunuuppgerð á Skála, har NSÍ verður gestur.

Stigatalvan sigur, at NSÍ er stórfavorittur. NSÍ hevur níggju stig, meðan Skála bara hevur stigið, sum tað eydnaðist at vinna í 1-1 dystinum á heimavølli ímóti AB í fjórða umfari.

Síðstu árini hevur Skála aftur og aftur argað grannarnar. Í 2016 vann NSÍ níggju stig ímóti Skála. Síðani hevur tað ikki eydnast favorittunum at vinna fulla úrtøku. Í fjør vann Skála fyrra heimadystin 2-0, og NSÍ vann 2-1 á Skála og 3-1 í Runavík. Í 2018 endaði tað 1-1 á Skála, meðan NSÍ á heimavølli vann 1-0 og 2-0, og í 2017 vann Skála 2-1 á heimavølli og annan dystin í Runavík 4-3, meðan hin dysturin í Runavík endaði 1-1.

Hjá NSÍ er Aron Knudsen tøkur aftur eftir leikbann. Steffan Løkin er skaddur í lærkrikanum.

Salmundur Bech spældi 70 minuttir í 5-0 heimasigrinum ímóti ÍF. Hann var ikki á næstbesta liðnum, sum leygardagin vann 6-2 á heimavølli ímóti KÍ. Tað man benda á, at hann aftur í dag verður millum teir fyrstu ellivu.

Aron Knudsen tøkur aftur

Steffan Løkin skaddur í lærinum í tríggjar vikur

Salmundur Bech var ikki á næstbesta liðnum, sum leygardagin vann 6-2 á heimavølli ímóti KÍ.

Hann spældi 70 minuttir í 5-0 heimasigrinum ímóti ÍF og verður ivaleyst við frá fyrsta bríksli íkvøld.

Skála vann fyrsta stigið í 1-1 á heimavølli ímóti AB.

Álopsspælarin Aksel B. Danielsen varð eftir skaðasteðg skiftur inn fram ímóti dystarenda ímóti AB. Einki man tó vera at ivast í, at Jan Ingason Hansen aftur í dag verður fremsti maður á Skálaliðnum. Hann hevur skorað trý av teimum seks málunum, sum Skála higartil hevur skorað.

Skála – NSÍ: Alex Troleis kl. 17.00.