Skála spældi væl ímóti KÍ, og liðið megnar at givið hinum liðunum í effodeildini skarpan gang. Men, sum í øðrum dystum, so var tað aftur væntandi málskjótingin, sum gjørdist Skála dýr, tá teir taptu 0-1 ímóti KÍ á heimavølli í dag.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu við málverjan hjá Skála, Andras Gango, sum er við gott mót, at Skála fer at fáa úrtøku ímóti NSÍ í Runavík annan hvítusunnudag, og vónirnar at koppa Víkingi í hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið eru ikki sørar heldur.