Skála heldur fast

B36-Skála 1-5 (0-2):

Skála, sum hevði ein minni niðurtúr miðskeiðis í kappingini, hevur veruliga funnið stevið aftur

 

2. deild


Eftir at teir fyrsta partin av kappingini hóttu við at skúgva alla mótstøðu langt av leið, hevur gingist heldur striltið hjá skálamonnum síðani tað.

Teir hava tó ikki tapt teir nógvu dystirnar, men hinvegin hevur ein røð av javnleikum viðført, at fleiri av hinum liðunum eru komin bæði ájavnt og fram um skálamenn.


Eingin dystur

Eitt av hesum liðum er B36, sum helt summarfrí heilt uppi í oddinum, men nógv bendir tó á, at teir framvegis eru í summarfrí, og í øllum førum hevði Skála als ongar trupulleikar av at vinna sær ein tryggan sigur í Havnini.

B36, sum taptu fyri TB undanfarna vikuskifti, var ikki heilt so væl mannað, sum teir vanliga eru. Onkur av leikarunum var togaður upp á besta liðið, meðan onkur annar hevði leikbann, men soleiðis sum dysturin háttaði sær, er spurningurin, um ikki alt hetta hevði kunna verið tað sama.

Skála sat nevnliga á dystinum at kalla alla tíðina. Sveinur Justinussen og Arnold Berg skutu hvør sítt mál undan steðginum, og tá Sveinur púra leysur við málverjanum økti til 3-0 eftir steðgin, var mest sum alt avgjørt.

Brynleif Hansen gav illa sperdu liðfeløgunum eina lítla vón, tá hann minkaði um munin, men tað var so eisini tað, sum heimaliðið hevði at bjóða.

Skála lat seg ikki skelka á nakran hátt, og við tveimum málum móti dystarenda settu teir alt væl og virðiliga upp á pláss.


Fýra ella eitt

Spurningurin er so, á hvørjum plássi á stigatalvuni skálamenn eru í løtuni.

Talvan á hesum síðum sigur frá, at Skála í løtuni er á fjórða plássi, men longu týskvøldið varð hetta kanska broytt. Tá skuldi viðgerðin av kæruni hjá Skála viðvíkjandi tapta dystinum móti HB viðgerðast.

Fær Skála viðhald í kæruni, eru teir brádliga á fremsta sessinum, meðan HB fer niður fjórða pláss.


B36-Skála 1-5 (0-2)

0-1: Sveinur Justinussen

0-2: Arnold Berg

0-3: Sveinur Justinussen

1-3: Brynleif Hansen

1-4: Arnold Berg

1-5: Alexandur Johansen