Skála fekk stigið teir ætlaðu sær

(Frá Rás2) Høvuðsvenjarin hjá Skála, Pauli Poulsen kann staðfesta, at tað gekk eftir ætlan í Klaksvík í dag

Skála ætlaði sær eitt stig í Klaksvík, og tað fingu skálamenn eisini við sær heimaftur.


Tað staðfestir ein fegin høvuðsvenjari hjá Skála, Pauli Poulsen, sum er sera væl nøgdur við avrikið hjá sínum monnum, sum stóðu væl á vøllinum, og fingu byrgt væl upp fyri álopsspælinum hjá KÍ.

 

Tá KÍ fekk Jákup B. Andreassen vístan av vølli í seinna hálvleiki var Pauli Poulsen ikki freistaður at satsa ov nógv við 11 monnum ímóti 10. Hann hevði tá stigið, sum hann ætlaði sær, og tað helt dystin út. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna sum var við Paula Poulsen í sendingini "Triði Hálvleikur" á Rás2.