Skála er í hálvfinaluni

Tað eydnaðist ikki Giza/Hoyvík at kvalifisera seg í hálvfinaluna í steypakappingini

Higartil hevur tað ongantíð eydnast Giza/Hoyvík at kvalifisera seg at spæla í hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið. Í kvøld var nýggjur møguleiki, tá ið Giza/Hoyvík á niðara vølli í Gundadali hevði vitjan av Skála, men heldur ikki hesaferð eydnaðist tað hjá Giza/Hoyvík.

 

Skála er fyrsta liðið, sum hevur kvalifiserað seg at spæla í hálvfinaluni í ár. Úrslitið í góðveðrinum í Gundadali var 2-1 til Skála, sum eftir fyrra hálvleik var frammanfyri 1-0. Øll trý málini vórðu skorað við skallarum.

 

Pætur Dam Jacobsesn legði beinanvegin Skála framum við stútara eftir horna.

Í seinna hálvleiki hevði Skála møguleika at økja um leiðsluna við brotssparki, men Petur Meinhard Magnussen bjargaði, tá ið Ólavur Mikkelsen royndi seg úr ellivu metrum.

Eftir innlegg úr høgru stýrdi Jákup Johansen við handara stólpan og við høvdinum bóltin í málið til 2-0.

Fram ímóti dystarenda minkaði Leivur Holm Joensen um munin, tá ið hann eftir langt innkast og við høvdinum setti bóltin í málið. So var 2-1 til Skála, og lítla løtu seinni bríkslaði dómarin fyri síðstu ferð.

Hetta er fyrsta ferðin síðani 2007, at Skála skal royna seg í hálvfinaluni.

 

 

-----------

 

LIÐUGT

1-2

 

90) 1-2

 

89 1-2

1-2: Leivur Holm Joensen

Eftir langt innkast frá Magnar K. Vang stútar Leivur Holm Joensen bóltin í málið, og so er spenningur í aftur.

 

86) 0-2

Giza/Hoyvík skiftir út: Magnar K. Vang avloysir Tony Rasmussen.

 

85) 0-2

0-2: Jákup Johansen

Eftir langa sending úr høgru stútar Jákup Johansen við handara stólpa bóltin  í málið. Harvið man lítil vera at ivast í, at tað verður Skála, sum fer at ha,da fram í hálvfinaluni.

 

78) 0-1

Innskifti Bjartur Kjærbo roynir seg við skoti, men bólturin fer omanfyri tvørtræið aftanfyri Andras Gango í Skála málinum.

 

75) 0-1

Heimaliðið skiftir út: Bogi Hermansen fer av vøllinum, og í hansara stað verður settur Bjartur Kjærbo.

73) 0-1

So hevur Skála havt tveir góðar møguleikar. Tann seinni var so stórur, sum tað ber til at fáa, men brotssparkið varð misnýtt, tí Petur Meinhard Magnussen bjargaði skotinum hjá Ólavi Mikkelsen.

 

70) 0-1

Giza/Hoyvík spennir álopsbogan í roynd at javna. Heimamenninir vildu hava brotsspark, men Dagfinn Forná var ikki samdur við teimum, og dómarin var heldur ikki samdur við heimamonnum, tá ið teir vildu vera við, at bólturin var innanfyri strikuna.

 

60) 0-1

Emil Ronaldson var í góðari støðu, men tað eydnaðist honum ikki at fáa ferð í, og Andras Gango bjargaði lættliga. Lítla løtu seinni avloysti Niklas F. Jacobsen Emil Ronaldson.

55) 0-1

Skála hevur nú tak á spælinum. Gestirnir eru tryggir á bóltinum, og teir hava ikki serligan skund. Tað er upp til heimaliðið at leggja meiri fyri í álopspartinum. Um tað verður soleiðis, so passar tað væl til konseptið hjá Skála.

 

50) 0-1

Giza/Hoyvík leggur sera bragdliga fyri eftir steðgin, og eftir fríspark er spent støða frammanfyri málið hjá Skála og Andras Gango. 

 

HÁLVLEIKUR

0-1

Í dýrdarveðrinum í Gundadali eru teir farnir at hvíla seg og leggja ráð um, hvussu tað skal farast fram í seinna hálvleiki.

Skála er frammanfyri við málinum, sum miðverjin Pætur Dam Jacobsen skoraði við høvdinum eftir horna, og harvið er tað Giza/Hoyvík, sum skal skora, um tað skal vera møguleiki fyri hjá heimaliðnum at spæla seg í hálvfinaluna. Ahmed Keita hevur í fleiri førum verið tætt við, men tað eru gestirnir, sum eru tryggari á bóltinum.

 

45) 0-1 

 

35) 0-1

So var tætt við, at Skála økti um leiðsluna. Gestirnir eru í 4-4-2 uppstilling. Undir liðini á veteraninum Jónhardi Frederiksberg er Jan Ingason Hansen í álopinum, meðan Álvur F. Christiansen og Jákup Johansen eru í hvør sínum borði.

 

30) 0-1

Skálamenn eru mest á bóltinum, meðan heimaliðið er væl skipað í verjuni og lúrir eftir møguleikanum at fara í skjótt mótálop.

 

22) 0-1

Heimaliðið hevur havt fleiri hornaspørk, men tað hevur ikki eydnast at fáa úrtøku burturúr. Næst við var tað, tá ið Leivur Holm Joensen sendi bóltin upp um málið.

 

18) 0-1

So var tætt við, at heimaliðið javnaði. Eftir horna royndi Keita seg ímóti málinum, men skálamenn bjargaðu á strikuni, og tað ber nýtt horna við sær, sum einki spyrst burturúr uttan málspark til Skála.

 

10) 0-1

0-1: Pætur Dam Jacobsen

Eftir horna og stútara hevur Skála lagt seg á odda.

 

06) 0-0

GULT KORT: Bogi Hernansen hjá Giza/Hoyvík

 

Giza/Hoyvík-Skála kl. 17.00

Dómari: Dagfinn Forná

 Giza/Hoyvík: Petur Meinhard Magnussen – Jón Samuelsen, Karl Martin Danielsen, Teitur Jóannesarson, Leivur Holm Joensen – Tony Rasmussen, Bogi Hermansen, Mikkjal T. Hentze – Dánjal Jákup Hansen, Ahmed Keita, Emil Ronaldson

Skála: Andras Gango – Ari Olsen, Fritleif í Lambanum, Pætur Dam Jacobsen, Ólavur Mikkelsen – Álvur F. Christiansen, Símun Petur Poulsen, Teitur R. Joensen, Jákup Johansen -  Jónhard Frederiksberg, Jan Ingason Hansen