Skála best í kommunuuppgerðini

1. deild: Við 1-0 sigri á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ hevur Skála lyft seg fram á 5. plássið. Í kvøld varð punktum sett fyri 9. umfar í næstbestu fótbóltsdeildini. Síðsti dysturin var við Løkin í Runavík, har NSÍ hevði vitjan av grannunum av Skála.

Gestirnir fóru til hús við øllum stigunum. Einasta málið varð skorað fýra minuttir undan hvíldini av Briani Jacobsen, sum úr spískum í høgru sendi bóltin framvið Pæturi Høj, sum er nýggjur millum NSÍ stólparnar, eftir at Kristian Joensen er farin at hjálpa til vesturi í Vágum.

NSÍ trýsti stóran part av 2. hálvleiki, men Skála verjan við liðformanninum Teiti R. Joensen sum aftasti manni var stinn, og Suni Ernstsson í Skála málinum var ongantíð settur á stórar royndir.

Úrslitið ber við sær, at Skála hevur lyft seg fram á fimta plássið - tvey stig aftanfyri NSÍ.

 

Støðan

FC Suðuroy 23

AB 21

TB 20

NSÍ 15

Skála 13

EB/Streymur 12

FC Hoyvík 10

HB 10

Víkingur 6

07 Vestur 0

 

10. umfar

Kristi Himmalferðardag

Hósdagin 2. juni

NSÍ-FC Suðuroy

Skála-HB

07 Vestur-AB

Víkingur-EB/Streymur

FC Hoyvík-TB