Hóskvøldið klokkan knapt níggju varð bríkslað fyri síðstu ferð undir Mýruhjalla. Tá vísti talvan, at B36 hevði vunnið 3-1. Heimaliðið var eftir fyrra hálvleik frammanfyri 1-0, men í seinna hálvleiki skoraði B36 trý mál undan fríska lotinum.
Klokkan 12.30 í dag verður fyrsta bríksl í Gundadali, har Skála verður gestur hjá HB. Tað kemur sjáldan ella næstan ongantíð fyri, at eitt lið er á vøllinum, sum tað í hesum føri er hjá Skála. Orsøkin til, at bólturin fer so tíðliga á rull í Gundadali í dag, er, at landsliðið seinni á degnum fer til Danmarkar.
Skála eigur ongan spælara á landsliðnum, meðan tríggir HB spælarar eftir dystarlok fara vestur í Vágar. Teir eru Teitur Matras Gestsson, Heðin Hansen og Dan í Soylu.
Við støðutalvuni og omanfyri standandi í huga ber tað ikki til at finna størri favoritt, enn HB er ímóti Skála ídag. Skála hevur higartil ongan dyst vunnið, og HB hevur bara tapt tveir dystir.
Tað er sannlíkt, at HB seinnapartin fer at økja um leiðsluna aftur til næsta avbjóðaran til 10 stig.
Harvið verður HB í mesta lagi tríggjar sigrar frá FM, tá ið hesin dysturin í dag verður av. Skráin hjá HB er Víkingur (h), AB (ú), NSÍ (h), TB (h), og so skal HB á síðsta umfari til Klaksvíkar eftir steypi og gullkrónum.
Skálamenn vita, at tað verður ikki í Gundadali seinnapartin, at tað verður avgjørt, um teir framvegis skulu hava møguleika at sleppa av aftasta plássi. 18. oktober fær Skála vitjan av AB. Um tað ikki tá fer at eydnast at vinna fulla úrtøku, fer Skála at enda aftast.
HB hevur vunnið báðar dystirnar fyrr í ár ímóti Skála – HB – Skála 3-0 og Skála – HB 1-3.
HB – Skála: Eiler Rasmussen kl. 12.30.