ÍF og Skála hava dystast tvær ferðir fyrr í ár. Á Skála endaði hendingaríka oyggjauppgerðin í triðja umfarinum 10. apríl 3-3. Tá var ÍF væl fyri. Í tólvta umfarinum endaði tað í Fuglafirði 1-1. Síðani tá er nógv vatn runnið í ánni. Tað hevur ikki hilnast nakað serligt hjá ÌF, sum mest hugsar um at sleppa burtur úr niðurflytingarvandanum, meðan teir á Skála hava havt undanvind. Teir eru oddalið, og higartil hava teir stevnt móti fyrsta meistaraheitinum. Spurningurin er so, um teir fara at fáa gummibein, sum tað plagar at verða tikið til, nú meistaraskapurin nærkast, ella um teir fara at standa seg eins væl, sum teir higartil hava gjørt.
Fuglfirðingar siga seg ikki vera illa nøgdar við leikliga avrikið, tá ið teir á heimavølli sunnudagin taptu móti GÍ. Men í avgerandi løtum vóru teir ikki nóg ansnir, og tað kostaði síðstu løtuna heilt nógv.
Tað er greitt, at miðverjin Poul Ennigarð ikki verður við á Skála. Hann hevur mist fleiri dystir síðani fyrr í summar. Móti GÍ noyddist hann at fara av vøllinum, áðrenn fyrra umfarið var hálvrunnið. Talan er um vøddaskaða frá fyrr í summar, sum nú vitjar aftur. Rúni Elttør hevur fleiri ferðir loyst av í miðverjuni. Hann verður hvørki í miðverjuni ella á vongverjanum í vinstru hesa ferð. Rúni fekk gult kort móti GÍ, og nú er hann leikbannaður.
Sylla noyddist av vøllinum móti GÍ, tí hann var skaddur. Sylla hevur vant í vikuni, og hann verður við í morgin. Tað verður Gunnar Nielsen eisini. Hann hevur vant tvær tær seinastu vikurnar. Síðsta sunnudag spældi hann í 3. deild, og hesa ferð verður hann í besta hópinum. Fritleif í Lambanum kemur heim úr Danmark at hjálpa til, og Bárður á Lakjuni, sum orsaka av skaða ikki var við móti GÍ, hevur aftur verið til venjingar, og tað verður roknað við, at hann verður í hópinum.
Jonn Thomsen hevur vant í nakrar vikur, eftir at hann leingi hevur gingið skaddur. Møguliga verður hann á beinkinum á Skála í morgin.
Skálamenn halda seg ikki kunna annað enn at lata væl at. Onkur smásnuddur hevur verið, men allir spælararnir hava verið til venjingar í hesi vikuni, og hóast teir so at siga hvørja ferð spæla við sama liðnum, so er eitt sindur av kapping um plássini. Í Vági var Arnhold Berg ikki millum teir fyrstu ellivu. Tá varð Rói Jacobsen skiftur inn, og hann skoraði síðsta málið.
Skálamenn siga seg ikki rokna við lættari uppgávu í morgin, men teir staðfesta samstundis, at um teir skulu hugsa um framvegis at vera við í FM stríðnum, so er tað alneyðugt, at teir vinna heimadystirnar.