Skál

Summarið er komið, hitastigini eru vorðin tvey-siffraði og við hesum er eisini sesongin fyri leskandi koldskál byrjað.

5 ymisk sløg eru at fáa hjá keypmanninum og av hesum hevur eina slagið mínsann føroyskan uppruna. Talan er sjálvsagt um Summarskál frá MBM, ið longu er vorðin stórseljari. Grams var í hesum sambandi á vitjan í vikuni hjá Mjólkarvirkinum Búnaðarmanna á Vegnum Langa í Hoyvík at síggja sera snotiligu og modernaðu framleiðsluna.

Og lat tað vera sagt beinanvegin: eingin kemur upp á hálvan skógv av Summarskál!

Hvat er so koldskál?

Talan er um søtan kaldan drykk, ið er gjørdur úr kirnumjólk, sukri og vanliga kryddað við sitrón og vanilju. Viðhvørt verða egg og súrgað mjólk eisini latin í.

So tað er ein spurningur um eitt súrsøtt spæl millum súrleikan frá sitrónina og mjólkina og so søtleikan frá sukrinum. Og vaniljukryddið sum hin víðagitni prikkurin yvir i’num.

Tað hevur verið siður at drekka koldskál í Evropa í fleiri hundrað ár, men tá kundi tað eisini vera ein kaldur fruktdrykkur við eysturlendskum kryddaríum. Tað er fyrst seinastu 100 árini at koldskál er vorðið eyðkent sum kirnumjólks-koldskál. Tað var gamalt at fólk sjálvi gjørdu koldskál. Hetta kenna nógv børn í Føroyum ivaleyst eisini frá barnagørðunum. Liðugt koldskál hevur verið á marknaðin seinastu 30 árini, og nú er føroyska MBM eisini komið uppí leikin.

Vanligt er at eta søtar køkur aftur, nevndir kamarjunkarar ella karvingar. Tískil er tað greitt við slíkari føðslu-samansetingi at koldskál er at meta sum eina dessert ella kanska eina millummáltíð.

Men á denn dessert!

Koldskál er sjáldsama leskandi ein heitan dag og tað sæst eisini hvussu væl børnunum dáma.

Skoðsmálini eru latin í mun til smakkin av frískleika og reinleika av mjólkini, sitrónini og vaniljuni. Og javnvágina millum hesi.

Arla med tykmælk og æg (FK), kr. 24,95/L

Góður mjólkarsmakkur og hampulig javnvág, men kortini nakað flatur smakkur. Ikki heilt so leskilig, vantar sitrón. Men góður vaniljusmakkur. 4 stjørnur ****

MBM Summarskál (FK), kr. 13,95/L

Framúr javnvág í smakkinum millum tí leskandi súra og søta. Somuleiðis eisini bæði reinur og neyvur smakkur í smálutunum, ikki minst í ektaðu vaniljuni. Wauw, koldskál í serflokki! 6 stjørnur ******

Arla UTH (Bónus), kr. 16,90/L

Millum lítið og einki, ið bara minnir um koldskál. Skerflatur, einfaldur, sukursøtur smakkur. Sera vánaligt. 0 stjørnur

Arla med tykmælk og jordbær (FK), kr. 24,95/L

Vanligi koldskál-smakkurin er her fullkomiliga koyvdur av annars hampuliga vælsmakkandi jarðberum, men vøran minnir mest um frukt-jogurt. Tá ið tað er koldskál, ið er á skránni, røkkur tað ikki til meir enn tvør stjørnur. 2 stjørnur **

Thise vistfrøðilig (FK), kr. 19,95/L

Sera lættur og nakað vatndeyvur smakkur. Hóast fín bourbon-vanilja er latin í, er næstan eingin vanilju-dámur kortini. Vantar eisini sukur fyri javnvágina. 3 stjørnur ***