Skáka sær undan í Taksmálinum

Oddagrein:

Tað eigur at vera sligið fast, at bila mvg málið er eitt politiskt mál, og ikki eitt umsitingarligt mál. Málið helt uppat at vera umsitingarligt tann dagin, almennu Føroyar valdu at fara í rættin við einari avgerð frá Skatta- og avgjaldskærunevndini.

Tað er líkt til, fíggjarmálaráðharrin vil spæla svartaper víðari til eftirmann sín, sum so kann standa við apuni, tá málið einaferð er liðugt. Tá kann TAKS so yppa øksl og siga við Palliba og Marsannu, at tey hava goldið av órøttum, men at málini tíverri øll eru fyrnaði, tí at TAKS, ístaðin fyri at fylgja Skatta- og avgjaldskærunevndini, fór í rættin við málinum.

Størri háðan av skattgjaldarnum fyri egnar pengar man vera eindømi. TAKS veit frá Skatta- og avgjaldskærunevndini, at heimildin ikki er í lagi, og tí eigur TAKS at gjalda út treytaleyst. Eitt demokratiskt samfelag kann ikki hava pening, sum avvarandi myndugleiki veit er tikin inn í heimildarloysi!

Tá Fíggjarmálaráðharrin púra burturvið tosar um demokratisku rættindini hjá TAKS, sum um talan var um ein borgara, so vísir hann, at hann ikki hevur skilt leiklut sín sum politikari, og ei heldur leiklutin hjá umsitingini. TAKS er ein stovnur, sum er til fyri at tryggja demokratisku rættindini og rættartrygdina hjá borgarunum og einki annað. Er ósamsvar millum rættindini hjá borgaranum, og hvat ein stovnur ger, so er eingin ivi um, hvat ein politikari eigur at gera.

Politikarar eiga at seta krøv til umsitingina, og at seta hana uppá pláss, tá hon fer útum sínar heimildir. Óansæð um talan er um eitt mál fyri hundrað milliónir ella tíggju krónur.

At TAKS hevur á leið dupult so nógv starvsfólk per íbúgva, sum danska skattavaldið, kundi bent á, at politiska leiðslan í áravís hevur latið stovnin og Fíggjarmálaráðið siglt sín egna sjógv.

Sleppur TAKS sjálvt at avgera, hvørt Skatta- og avgjaldskærunevndin skal fylgjast ella ikki? Um so er, so eigur landstýrismaðurin at avtaka Skatta- og avgjaldskærunevndina beinanvegin. Skattgjaldarin hevur ikki ráð til at hava almennar kærunevndir til pynt!

Hvør koyrdi hetta mál í rættin? Hvør tók nú avgerð um at kæra? Sosialurin hevur biðið um alment innlit í hetta málið fyri at greina, hvør gjørdi hvat nær, og vit bíða spent eftir svarinum.

Mong munnu nú spyrja: hvat hendir nú og hvørjar avleiðingar fær hetta mál? Sjálvstýrisflokkurin hevur meldað út, men hvat sigur flokkur fíggjarmálaráðharrans, sum skal eitast at verja vanliga borgaran? Eru politikarar i stóru flokkunum, sum jú flestallir hava okkurt í klemmu her, so ræddir fyri rokningini, at vanlig demokratisk prinsipp verða tveitt fyri borð?