Skák mát í eina øld

Nú er tíð at koma víðari!

Tað er ein meira enn 100 ára staðfest sannroynd, at Tjóðveldið og Sambandið liva av hvørjum øðrum. Men vit koma ikki úr stað. Vegurin fram er tí ikki at menna frontarnar í føroyskum politikki.
Fíggjarlig burðardygd
Tey flestu halda, at tað er rætt at standa á egnum beinum, at klára seg sjálvan – at vera fíggjarliga sjálvberandi.
Tí skal meginreglan handan allar politiskar avgerðir vera at styrkja um búskaparstøðu Føroya, og gera okkum minni heft av vælvild og gávumildni frá øðrum.
At fáa inntøkur og útreiðslur at hanga saman, er tann altavgerðandi avbjóðingin til hetta løgtingsvalið – og tað er júst tað sum Javnaðarflokkurin hevur sett sær fyri - at menna búskapin og vinnuna, samstundis sum vit býta byrðarnar javnari millum føroyingar og lætta um hjá vanliga løntakaranum.
Nýskipanir eru neyðugar
Skulu vit koma víðari í strembanini eftir at vera sjálvberandi, politiskt og búskaparliga, og skal tað eydnast okkum at gera tað liviligari í Føroyum, so ræður um, at politiska skipanin tekur seg saman og fremur tær nýskipanir, sum øll vita eru neyðugar.
Kommununýskipan, skúlanýskipan, pensjónsnýskipan, bústaðarnýskipan, fiskivinnunýskipan og ikki minst ein nýggjan og grønan orkupolitikk.
Uppskotini eru klár at seta í verk eftir løgtingsvalið. Eftir er bert at finna neyðugu semjurnar.