Skúgvið tað gloymda umráðið í Føroyum

Hendan polittiska støða er syrgilig, samstundis sum tað verður sagt, at útjaðarin skal ikki gloymast men mennast. Men eg haldi ein kann ikki halda seg frá at gera viðmerkingar í hesum máli, nú Skúvoy hevur bíðað og bíðað eftir betri umstøðum. Skammið tykkum sum tosa um útjaðarapolitikk, fy for den

Gerið útbyggingingina í Skúgvi lidna, so oyggin kann lívbjarga sær. Nú hevur hetta tikið tykkum politikarum fleiri ár um at fáa avgjørt, og so strika tit játtina við einum pennastrokið. Úrslitið er, at fólkatalið í oynni bara minkar og minkar. Ístaðin fyri tit gjørdu tað gjørligt, at fólk fluttu til oynna aftur, eisini fluttu møguliga nýggir tilflytarar út til Skúoyar, og so er hettar ein perla fyri ferðavinnuna, so her kann heldur sigast, at nógv er at vinna.

Nei, tit kunna fara arðastaðni eftir sparingum, tí Skúoyggin kann draga nógv fólk hagar til, og tí er íløgan ikki onkisverd, men framtíðarmennandi.

Takið tykkum saman ella farið til hús, tað danska fólkatingið hevur tað evsta valdið álíkvæl.

(her verður hugsað um so nógv ting, so um hernaðarlógávuna og nú fólkaatkvøða skal verða so skal Føroya Løgting ikki blandast uppí hvat danska Fólkatingið hevur samtykt, gerið so væl, soleiðis er tað bara, soleiðis kundu vit hildið á).

Og so sita nakrir politikarar í Føroyum og avhøvda allan framburð í teimum smáu plássinum.

Álvaraos hvat hugsa tit fyri tykkum? Bátahylurin suðuri í Skúgvi kann ikki hava ein bát liggjandi í brimi, og tað hevur verið lovað teimum at hettar skal broytast so at ein sleppur frá at draga bátin upp hvørja ferð hann hevur verið til útróður, ella hvussu veðrið broytist og heldur ikki er møguleiki at leggja at í óveðri úti í Skúgvi, Hvørjari øld liva vit í? Nei, óskilið valdar enn einaferð við hesum máli, har játtanin var samtykt í fíggjarlógini fyri 2009, og so nú skal løgtingið taka eina samtykt aftur og siga hettar er ikki samtykt álíkavæl, vit (løgtingið) strika bara játtanina til Skúoyar aftur.

Kunna vit hava álit á løgtinginum? Ella kunna vunnin rættindir bara takast aftur? Hvussu er støða okkara við fólkaræðinum í Føroyum?

Eg eri klárur yvir, at ávísir politikkarar fara at siga, hettar eru jú bara justeringar, men so lætt kunna tit ikki handfara ávísar borgarar í landinum. Útjavnan, frambur, fólkaræðið og sosialdomokrati. Hvar eru hesi slagorð?

Setið hesa játtan aftur beinanvegin, um nakar sosialdemkratiskur politikkur er skaptur í tykkum. Fólkið í Skúgvi skal eisini liva. Samstundis sum alt Føroyar kann njóta gott av hesum, ein ferða perla yvir mangar.

Við vón um at tit politikarar hugsa um frambur heldur enn stíga tvey stig aftur samstundis sum tit royuna at ganga fram, núverandi úrslit er tað ein katastrofal afturgongd, tí eitt verður sagt og annað verður gjørt (eitt stig frammeftir og tvey til trí stig aftureftir), hvat er egintliga meiningin??? Avtofta smáplássini, strika ferðavinnuna, ongan frambur o.s.v. ja vit kundu hildi á???