Vit mugu hava einar størri skógvar . Einar skógvar, ið klára at ganga og bera kroppin. Uttan at fáa sár.
Vanliga plagar ein samanhangur at vera ímillum stødd av fóti og likami. Men í Føroyum er eingin samanhangur. Tað hevur tað ikki verið seinastu árini.
Orsøkin er politisk og harav fíggjarlig.
Politiskt varð avgerð tikin um at skerja ríkisveitingina í 2002. Fíggjarliga avleiðingin av hesum er, at vit hava mist 4 milliardir krónur at gjalda vælferð fyri. Tann skerjing, ið nátúrliga átti at verið gjørd innan allan tann almenna geiran frá skúlum til sosial og heilsumálaøki sum fylgja av at ríkisveitingin varð skerd, varð ongantíð gjørd av loysingarflokkunum. Tvørturímóti vórðu fleiri krónur nýttar til hesi økir. Tí teir væntaðu at finna olju. Men oljan er ikki funnin enn.
So ei undur í, at skógvarnir eru ov smáir.
Tjóðveldisflokkurin, ið tosaði um rúseitur í smb við blokk, má nú konstatera, saman við sínum veljarum, at hall er á fíggjarlógini, fyrst og fremst orsakað av einum politiskum loysingarrúsi, ið teir stóðu á odda fyri. Vit sita nú eftir við loysingarhallinum. Vit kunnu bert fegnast um, at 2/3 eru eftir av ríkisveitingini. So hava vit tað at gjalda heilsuverk, pensionistar, skúlar o.s.fr. við.
Stóra avbjóðingin ídag er, hvussu vit skulu loysa tann ovurhonds stóra trupulleika, ið Tjóðveldisflokkurin, fyrst og fremst , hevur skapt føroyska samfelagnum.
Um vit vilja tað ella ei, so verður neyðugt at hækka ríkisveitingina aftur. Tí annars er vandi fyri, at fólk aftur í stríðum streymum flytur úr Føroyum. Tí vinnan klárar ikki sum er at gjalda fyri tær tænastur, vit øll krevja skulu verða her á landi. Skógvarnir eru ov smáir. – og teir mugu vaksast.