Skógarmotta kann vera vandamikil

- Fólk kunnu fáa álvarsligar sjúkur sum heilaserkjabruna av skógarmottu (Ixodes ricinus), sigur Jens Kjeld-Jensen.

- Minnist til at greiða kettuni og hundinum ofta og serliga, tá tey hava verið úti, tí skógarmottan (Ixodes ricinus) gerst alt meira vanlig.

 

Tað sigur Marita Gulklett, sum í kvøld hevur lagt hesa áheitan út á sína Facebook-síðu og vísir til heimasíðuna hjá Jens-Kjeld Jensen - jenskjeld.info - um sama evnið.

 

Hon vísir á, at størra myndin av viðheftu er av einari hálvsvangari skógarmottu, sum tey fingu gjárkvøldið. Hon sat á einum hundi. Innsetta myndin er av einari proppmettari skógarmottu.

 

Á sínari heimasíðu vísir Jens-Kjeld Jensen á, at lundalúsin (Ixodes uriae) kom til Føroya við sjófuglinum einaferð eftir seinastu ístíð, og hon er tískil ikki nakað nýtt djór í Føroyum. Lundalúsin er heldur ikki nøkur lús, men ein blóðmotta.

 

- Tað finnast umleið 20 sløg av blóðmottum (Ixodidae). Ein av teimum eitur Ixodes ricinus. Tað er henda, sum er vorðin alt meira vanlig í Norðanlondum og sum hesi seinastu 25 árini er funnin í Føroyum. Tað var eisini henda mottan, sum enskir lívfrøðingar leitaðu eftir summarið 2015.

 

Jens-Kjeld Jensen vísir á, at umframt at bæði Ixodes uriae og Ixodes ricinus kunnu elva til sjúkuna - Borrelia - kunnu fólk eisini fáa meira álvarsligar sjúkur sum heilaserkjabruna av Ixodes ricinus.

 

- Ein sprelllivandi Ixodes ricinus lá í postkassanum 25. juli 2014. Hon var funnin á einum hundi í Klaksvík, tá tey greiddu honum. Eg sá beinan vegin, at hon ikki líktist tí vanligu lundlúsini, so eg roknaði við, at talan helst var um Ixodes ricinus, og so var. Ixodes ricinus hevur fingið føroyska navnið skógarmotta.

 

Jens-Kjeld Jensen heitir á fólk, sum finna líknandi blóðmottur á hundi ella kettu, um at lata hann sleppa at síggja tær. Fólk kunnu koyra tær í eitt gullreint glas og skrúva lokið væl á.

 

- Men, ringið ella sendið ein teldupost á nolsoy@gmail.com, áðrenn tit fylla mær postkassan, so tit ikki forskrekkja lívið úr postmanninum, sigur Jens-Kjeld Jensen.