Í amerikanska statinum Nevada hava myndugleikarnir flutt næstan 10.000 fólk burtur, eftir at ein skógareldur kyknaði nærhendis býnum Reno í gjárkvøldið. Samstundis er ein partur av statinum lýstur í undantaksstøðu.
Umleið 850 sløkkiliðsmenn royna í morgun at fáa tamarhald á eldinum. Blaðið Reno Gazette-Journal skrivar á síni tíðindasíðu, at 25 hús eru farin upp í royk, og at 4.900 onnur hús eru í vanda.
Sløkkiliðsstjórin í Reno, Mike Hernandez, vil ikki siga, hvat kann hava kynt skógareldin, ella hvar hann kyknaði, skrivar Reno Gazette-Journal.