Ein ógvusligur skógareldur herjar eitt øki sunnan fyri grikska høvuðsstaðin, Athen. Myndugleikarnir hava sett meiri enn 200 sløkkiliðsmenn at fáa tamarhald á eldinum, sum kyknaði í gjár, men frískur vindur hevur gjørt, at eldurin hevur breitt seg. Fimm sløkkiliðsmenn hava fingið skaða.
Sagt verður, at umleið 120 hús sunnan fyri Athen eru farin upp í royk. Streymveitingin er farin nógvastaðni, og høvuðsvegurin til tann syðra partin av hálvoynni Attika er stongdur.
Griksku myndugleikarnir hava biðið Italia, Frakland og Kroatia um hjálp, og tvey italsk sløkkiflogfør skuldu koma til Grikkalands í dag.
Myndugleikarnir halda, at ósketni við eldi hevur fest í skógin, og fýra fólk eru tikin.










