Meiri enn 100 skógareldar eru kyknaðir uttan fyri grikska høvuðsstaðin, og summir teirra hótta nú útjaðaran á býnum. Griksku myndugleikarnir siga, at fleiri hús eru farin upp í royk, og økið kring bygdina Grammatiko, sum er 40 kilometrar í landnyrðing úr Athen, er sett í undantaksstøðu.
Costas Karamanlis, forsætisráðharri, hevði fund við sløkkiliðsmenninar í gjár. Fleiri politikarar úr andstøðuni vóru eisini komnir at stuðla sløkkiliðsmonnunum, og borgarstjórarnir kring høvuðsstaðin heittu inniliga á sløkkiliðsmenninar um at fáa tamarhald á eldinum.
Tað er rættiliga frískur vindur á Athen-leiðini, og tað ger sløkkiarbeiðið rættiliga trupult, skrivar Reuters.