Skógareldar í Grikkalandi

Mannsterk sløkkilið stríðast við at fáa tamarhald á tveimum skógareldum, sum eru kyknaðir nærhendis Athen, men nógvur vindur ger arbeiðið hjá sløkkiliðsmonnunum trupult, skrivar Reuters.

Annar elddurin kyknaði í gjár einar 45 kilometrar í landnyrðing úr Athen tætt við býin Kalamos. Myndugleikarnir hava flutt næstan alt fólkið úr bygdini Varnava, sum er sunnan fyri Kalamos.

Reuters skrivar, at sløkkiliðini brúka tólv flogfør og fýra tyrlur, sum sleppa vatni niður yvir eldin.

Skógareldar eru rættiliga vanligir í Grikkalandi um summarið. Serliga ringtt var í 2007, tá stór økir eystan fyri Athen kolaðust upp.