Fólkatingið hevur nú sett ein arbeiðsbólkur við tí endamáli at fylgja við teirri menning, sum fer fram í Arktis, og at royna at ávirka dagsskránna í tí sambandi.
Í bólkinum eru átta limir, og Sjúrður Skaale bleiv í dag valdur til formann. Arbeiðsbólkurin skal vera við á fundum og á ráðstevnum har spurningar viðvíkjandi Arktis verða viðgjørdir. Og samstundis skal arbeiðsbólkurin skapa og røkja sambond við lyklapersónar.
Bólkurin kann eisini sjálvur skipa fyri tiltøkum og greiningum.
Tað eru Grønland og Føroyar sum gera Danska ríkið til eitt arktiskt ríki, og alt sum Danmark ger í hesum sambandi skal gerast í samráð við, ella vegna Grønland og Føroyar, ella annað av londunum.
- Tí skal hesin bólkurin sjálvsagt samskifta við føroyskar og grønlendskar myndugleikar og kunna um, so hvørt nýtt er at frætta um hvørjir møguleikar eru og bólkurin skal eisini føra føroysk og grønlendskt sjónarmið fram á røttum stað.
|