Sjúrður Skaale hevur í dag eitt lesarabræv í Jyllands-Posten um grindadráp. Hetta er í kjalarvørrinum av, at TV2 seinastu dagarnar hevur havt tíðindastubbar úr Føroyum um Sea Shepherd og grindadrápið.
Sjúrður Skaale ásannar, at grindadrápið sær ógvulisgt út, men fýlist á, at ramman runt tíðindaflutningin hjá TV2, ger myndina verri enn hon er.
Fyri at viga upp móti ógvusligu myndunum, tekur Sjúrður Skaale eina gjøgnumgongd av lívinum hjá teimum ymisu djórunum, vit eta her í Føroyum. Um vit ikki ótu tvøst, so ótu vit meiri av øðrum kjøti, sigur hann.
- Grindahvalurin livir alt sítt lív úti á opnum havi. Hann verður ikki veiddur. Hann verður einans rikin upp á land, um han kemur inn millum oyggjarnar. Hvalurin livir í frælsari náttúru – og verður avlívaður í frælsari náttúru. Deyðskrampin sæst. Avskorna høvd hvalsins sæst. Blóðið sæst. Og – yndismyndevni hjá myndafólkunum – tað blóðreyða havið sæst, greiðir Sjúrður Skaale frá.
Hetta samanber hann so við aðra matvøruframleiðslu.
- Grísurin, høsnarungin og kúgvin verða hildin í fangaskapi frá føðing, og tað er torført at próvføra, at tey liva eitt virðiligt lív. Men bæði teirra neyðarsliga tilvera og slaktingin av teimum fyriferst handan læstar dyr.
- Grísar og kýr hava eisini deyðskrampar. Tey verða eisini skorin upp. Og teirra blóð flýtur eisini. Tað sæst bara ikki. Tað er hesin munurin, ið ger, at grindadrápið verður kallað eitt blóðbað, men slaktanin av innibyrgdum djórum einans er góð og neyðug matvøruframleiðsla.
- Taka vit alla søguna við, er grindadrápið nógv meiri etiskt og humant enn tað, sum fyriferst á sláturhúsum um allan heimin, og sum vit stuðla, hvørja ferð við keypa ein búff í keypssamtøkuni, skrivar Sjúrður Skaale víðari. Men grindadrápið gevur betri sjónvarpsmyndir, og tí er tað tann vegin, at Sea Shepherd økir um sín limaskara og sínar inntøkur.