Sjúrður Olsen vónbrotin

Formaðurin í FC Argjum er harmur um, at Jóan Símun Edmundsson hevur skift til HB

- Vit hava hildið allar avtalur við Jóan Símun og høvdu ynskt, at hann helt fram í felagnum. Tað fáa vit so ikki gjørt meiri við, sigur Sjúrður Olsen, formaður í FC Argjum, sum rekur besta liðið hjá AB.

 

Les eisini: Jóan Símun til HB í dag

 

Fyrr í dag komu tíðindini, at Jóan Símun skiftir frá AB til HB. Sum skilst verður skiftið kunngjørt í dag, men tað er nú staðfest, at Jóan Símun skiftir til HB.

 

Tað hevur ljóðað, at Jóan Símun í sáttmálanum við AB hevði ein møguleika at skifta í summar. Tað hevur bara ikki verið greitt, um talan bara hevur verið um til útlendskt felag - ella eisini til føroyskt felag.

 

Les eisini: Jóan Símun til HB

 

Á Argjum høvdu tey vónað, at Jóan Símun skuldi vera við til lyfta felagið úr niðurflytingarstríðnum, men tað hevur ikki gingið eftir vild. Nógv útskifting, venjaraskifti og ikki minst skaðar hava gjørt fyrru hálvu til eitt minni gott ár fyri AB.

 

Les eisini: Tí vilja HB og B36 hava Jóan Símun

 

Hesum hevur Jóan Símun heldur ikki kunna broytt. Hann hevur drigist við skaðar alt kappingarárið og tað bleiv til níggju dystir og tvey mál. Argjamenn skulu fríggjadagin spæla móti B68 á Argjum.

 

-  Hetta setur okkum í eina torføra støðu, tí vit hava ongan áleypara hundrað prosent tøkan til dystin móti B68. Vit leita nú eftir styrki til felagið, sigur Sjúður Olsen.

 

Karstin Højgaard og Bjartur Kjærbo eru skaddir, meðan Jógvan Skeel Nolsøe júst er komin aftur frá skaða.