Fyri lítlari løtu síðani fekk in.fo orðið á Sjúrð Olsen frá FC Argjum, sum varðar av effodeildsliðnum hjá AB.
Leysasøgur ganga í høvuðsstaðnum um, at dysturin millum AB og B36, sum skal verða á skránni fríggjadagin klokkan 17.15 er fluttur.
Sjúrður Olsen harmast hesar leysarsøgurnar, men hann slær fast: - dysturin millum effoliðini hjá AB og B36 verður spældur eftir skránni, fríggjadagin klokkan 17.15. Tað er bert dómarin, sum kann avlýsa dystin. Veðrið má ráða sær, og vit fáa at síggja til ta tíð, staðfestir Sjúrður Olsen.
Sjúrður vónar at síggja mong B36 og AB-viðhaldsfólk og onnur áhugað møta at hyggja eftir dystinum úti í Vika á Argjum. Hann væntar verður eina spennandi grannauppgerð.
Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum, og givið er, at in.fo eisini hevur uppdateringar frá dystinum.