Sjúrður og Tobbi hirdu ikki at møta á fundi

– Hvar vóru fólkatingsumboð Føroya undir einari sera týðandi og aktuellari hoyring á Christiansborg um framtíðar hernaðar- og trygdarpolitikk í Arktis?

 

Tað spyrja Kaj Leo Holm Johannesen og Magni Laksafoss, løgtingsmenn og limir í Løgtingsins uttanlandsnevnd.

 

Teir vísa á, at vanliga verður sagt, at um tú ert fólkavaldur, so eigur tú at vísa tínum veljarum virðing við at røkja títt fólkavalda starv so væl, sum tað yvirhøvur ber til.

 

– Hesa virðing fingu veljarar hjá fólkatingsumboðum Føroya tíverri ikki á einum hoyringsfundi 17. november 2016, tí umboðini hirdu ikki at møta á fundinum, siga teir.

 

Teir vísa á, at tað er heldur sjáldan, at ein nevnd, í hesum føri Uttanlandsnevndin hjá Løgtinginum, verður boðin til fund á Christansborg um eitt ávíst evni.

 

– Her var ein hoyringsfundur, har ið ein frágreiðing varð løgd fram og umrødd. Heitið á fundinum var: “Forsvarsministeriets fremtidige opgaveløsning i Arktis”. Uttanlandsnevndin møtti væl upp, og umframt undirritaðu vóru á fundinum: Kári P. Højgaard, Bjørt Samuelsen og Annita á Fríðriksmørk, forkvinna í Uttanlandsnevndini, siga teir.

 

Og teir vísa á, at verjumál eru sum kunnugt felagsmál, og tí hevur tað áhuga fyri allar partar í Ríkinum at fylgja við í, hvat hendir á altjóða verjuøkinum, og hvørjar framtíðar ætlanir arbeitt verður við og sum kunnu fara at ávirka Føroyar, so ella so.

 

– Vit eiga eisini at hava ein virknan politiskan leiklut í øllum hesum arbeiðinum.

 

Lesið viðmerkinginga hjá teimum báðum VIÐ AT TRÝSTA HER