Sjúrður og Magni hava valdið

Føroysku fólkatingslimirnir hava avgerandi atkvøðuna, tá Fólkatingið skal taka støðu til at loyva hassj sum medisinskari viðgerð

Hóast heilsumálaráðharrin Sophie Løvde er ímóti, so er møguliga meiriluti í Fólkatinginum fyri at loyva at nýta cannabis í medisinskari viðgerð. Uppskotið, sum Alternativið hevur lagt fyri tingið, fær fyrstu viðgerð í Fólkatinginum í dag.

 

Sambært TV2 eru Alternativið, Danski Fólkaflokkurin, Eindarlistin, Liberal Alliansa, SF og teir Radikalu fyri uppskotinum, og hava hesir seks flokkarnir 88 tinglimir aftan fyri seg. Vinstri, Sosialdemokratarnir og Konservativu eru ímóti, men teir telja einans 87 tinglimir.

 

Og so er tað, at tað gerst áhugavert í føroyskum eygum, tí føroyingar og grønlendingar eiga tey fýra umboðini, sum nú resta í. Tí er møguligt, at avgerandi atkvøðuna eigur antin Magni Arge ella Sjúrður Skaale. 

 

Í uppskotinum greiðir Alternativið frá, at hóast nýtslan av cannabis ella hasj er ólóglig, hevur nærum 14. hvør dani antin roynt tað sjálvur, ella kennir onkran, sum nýtir cannabis sum heilsubót.