FC Argir, sum rekur besta liðið hjá AB, hevur fingið nýggjan formann. Talan er um Róa B. Poulsen, sum tekur við eftir Sjúrð Olsen, sum hevur verið formaður seinnu árini.
Les eisini:Her er nýggi venjarin hjá AB
Sjúrður Olsen hevur verið aktivur partur av nevndararbeiðinum í AB og FC Argjum farnu 11 árini. Nú er tíðin komin at traðka eitt fet aftur. Hann verður nú partur av stuðulsfelagnum hjá AB, saman við tveimum kendum monnum har á leiðini. Nevniliga Andrassi Drangastein og Sigmari Jacobsen.
Les eisini:Álopsfótbóltur á Argjum
Rói B. Poulsen sigur við heimasíðuna hjá AB, at hann ætlar at byggja víðari upp á tað arbeiði, sum Sjúrður Olsen hevur gjørt.
Tað var eisini Rói B. Poulsen, sum í gjár gjørdi sáttmálan við Trygva Mortensen, ið er nýggjur venjari í felagnum.