1. septembur tekur Sjúrður Johansen við sum stjóri í Samskip. Fráfarni stjórin, Christian Danielsen, hevur tikið við nýggjum avbjóðingum sum stjóri í Vest Pack.
Samskip kann í heyst hátíðarhalda 10 ár á føroyska marknaðinum og flutningsfyritøkan er í støðugari menning.
- Eg eri sera fegin um tíðina í Samskip ið hevur givið mær eitt gott innlit í føroyskt vinnulív. Eg ynski Samskip og starvsfólkunum góðan byr, sigur Christian Danielsen.
Í dag eru tilsamans 75 ársverk í fyritøkuni í Føroyum, sum millum annað rekur skipini Arnarfelli og Helgafelli, umframt stóra frystigomslu í Kollafirði.
Sjúrður Johansen kemur úr starvið sum stovnsleiðari á Vinnuframa og hevur frammanundan hetta royndir úr privata arbeiðsmarknaðinum, bæði sum grannskoðari og stjóri í bilasølu.
- Eg eri sera spentur at taka við avbjóðingini sum stjóri í Samskip og vóni, at eg - saman við røsku og dugnaligu starvsfólkunum – kann menna fyritøkuna víðari.