Sjúrður er ársins frískliga lot í donskum politikki

Tað sigur fremsti politiski viðmerkjarin í Danmark, Hans Engell.

 

– Mær dámar væl Sjúrð Skaale. Hann hevur humor, hann er skarpur, og so kláraði hann at fáa forsætismálaráðharran at tosa føroyskt, segði Hans Engell í Go' morgen Danmark hjá TV2 í mogun, tá tað skuldu kjósa »Ársins frískliga lot« í donskum politikki.

 

 

Lesið eisini:Sjúrður fekk alt Fólkatingið at grína

 

Hans Engell segði eisini, at honum dámdi væl Sjúrð Skaale, tí at hann megnar at skapa seriøst kjak um føroysku viðurskiftini til ríkisfelagsskapin – uttan allatíðina at forlanga pengar.

 

– Sjúrður Skaale er ein stóru undirhaldari, sjúkliga góður talari – og tað eru føroyskir politikarar. Nógv betur enn teir donsku, segði Hans Engell.

 

Trýstið á pílin á myndini fyri at síggja klippið úr TV2 í morgun.