Sjúrður Skaale og Lars Løkke Rasmussen stóðu fyri undirhaldinum í fólkatinginum seinnapartin.
Nokk so nógvar tímar inni í orðaskiftinum um setanarrøðuna hjá Helle Thorning-Schmidt bleiv tónin eitt sindur lættari.
Føroyski fólkatingsmaðurin nýtti høvið at fortelja søguna um, einaferð hann fór út til ein vinmann at drekka øl. Køliskápið var fult av øli, og verturin gav leyst.
Eftir nakrar øl spurdi hann, um gestirnir nú eisini vistu, hvør átti ølirnar, ið teir drukku. Tað gjørdi Lars Løkke Rasmussen, svaraði hann sjálvur.
Løkke hevði lænt húsini, og tá hann fór úr teimum aftur, lat hann køliskápið standa fult av øli.
- Takk fyri tað. Hetta er eisini eitt slag av blokkstuðli, segði Sjúrður Skaale flennandi móti Lars Løkke Rasmussen, ið var skjótur at biðja um orðið.
- Vit liva í eini tíð, har fólk ganga nógv upp í sítt image. Og tí vil eg bara nýta høvið at takka Sjúrði Skaale fyri at hava váttað eitt nýtt image um meg. Nevniliga at eg fór frá einum køliskápi, sum var fult av ølfløskum. Takk fyri tað, segði Lars Løkke Rasmussen, sum javnan verður prikaður við, at honum dámar væl eina øl.
- Eftir 10 tímar av orðaskifti er tað trupult at vera so øgiliga alvorligur alla tíðina, sigur Sjúrður Skaale sjálvur um skemtiliga íkastið ídag.
Danska TV2 hevur klipt brotið við Sjúrði Skaale og Lars Løkke Rasmussen burtur úr orðaskiftinum í fólkatinginum. Tað sæst við at TRÝSTA HER.









