Um átta tíðina í kvøld loysti Sjúrðarberg av Klaksvík. Teir fóru um Klakkin og norður gjøgnum Kalsoyarfjørð við kós eystur í Barentshavið.
Sjúrðarberg hevur verið heima síðani 28. desember. Síðsta túr var veiðan 710 tons av skráskornum toski. Teir eru á veg í russiskan sjógv. Frammanundan eru Akraberg og Gadus har eysturi.
Skipari á Sjúrðarbergi henda túrin er Ásmundur Olsen, ættaður úr Svínoy. Hann førdi hann eisini síðsta túr.
Myndina tók Regin Olsen í kvøld, tá ið Sjúrðarberg fór av Klaksvík










