Sum so er neyvan nakað galið við bilinum og ikki eitt ónt orð um bilmerkið. Tað er ikki har vit eru, men nummarplátan boðar ikki frá góðum.
Liturin er gulur. Tað er so eitt. Men lesur ein nærri, so stendur EB OLA.
Og er tað nakað, ið fær heilsumyndugleikar, eins og fólk flest, at rakna við, so eru tað boð um, at herviliga sjúkan ebola er nærhendis. So óivað eru tað fleiri, ið hyggja fleiri ferðir, tá hesin kemur framvið.