Sjúkrasystir úr Avstralia doyði í London-álopi

Tað er nú váttað, at 28 ára Kirsty Boden er ein av tveimum avstralskum ríkisborgarum, sum doyðu í yvirgangsatsóknini í London leygarkvøldið. Enn er ein 21 ára gomul kvinna saknað.

 

Tveir avstralskir ríksiborgarar eru millum tey deyðu í yvirgangsatsóknini í London.

 

Tað váttar avstralski uttanríkisráðharrin, Julie Bishop.

 

– Avstralska stjórin er sera sorgarbundin av at kunna vátta, at tvey fólk úr Avstralia vórðu dripin undir atsóknini í London, segði ráðharrin í tíðindaskrivi.

 

Sambært London Metropolitan Police er onnur teirra 28 ára gamla sjúkrasystirin Kirsty Boden úr Suðuravstralia.

 

– Kirsty var elskað av familju, vinum og unnusta. Hon var tann fríasti, vinaligasti og hásinnasti persónur, sum elskaði at hjálpa fólki, sigur familja hennar aí fráboðan sambært fleiri avstralskum miðlum.

 

– Tá hon rann ímóti vandanum fyri at hjálpa fólki á brúnni, doyði hon sjálv.

 

Myndugleikarnir hava enn ikki sett navn á hitt fólkið úr Avstralia, sum eisini doyði í yvirgangsatsóknini.

 

Men samstundis hevur ein 21 ára gomul barnagenta úr Brisbane, sum fleiri avstralskir miðlar hava nevnt, verið horvin, síðani hon hvarv frá sínum vinum undir álopinum leygardagin.

 

Í gjár segði avstralski forsætisráðharrin, Malcolm Turnbull, athann var rættiliga stúrin um hana.

 

– Vit halda fram við at arbeiða tætt saman við bretsku myndugleikunum, sum hava biðið okkum bíða við at vátta samleikan hjá teimum báðum, so familjan kann fáa boðini, sigur uttanríkisráðharrin, Julie Bishop.

 

/ritzau/