Sjúkrarøktarfrøðingarnir arbeiða uttanlands

20 prosent av sjúkrarøktarfrøðingunum hevur autorisatión at arbeiða í øðrum londum.

- Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar heitir tí við hesum skrivi á eitt komandi løgting. um at fara til verka beinanvegin og at raðfesta í samgonguskjalinum, at skipast skal eitt framtíðar føroyskt heilsuverk við eini veruligari ætlan fyri øll trý sjúkrahúsini, og at henda ætlan skal setast í verk, skrivar Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar í tíðindaskrivi.

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar vísir á, at støðan í heilsuverkinum enn er álvarslig.

- Í fleiri ár hevur sjúklingatalið á seingjadeildunum á Landssjúkrahúsinum støðugt verið ov høgt í mun til pláss og starvsfólk. Sjálvt um hetta er dagliga støðan, verður áhaldandi boðað frá sparingum, og arbeitt verður hartil við at bjóða upp aftur fleiri arbeiðskrevjandi viðgerðir í Føroyum, skrivar Óluva í Gong, forkvinna í felagnum í tíðindaskrivi.

Hon vísir á, at hóast tørvurin á sjúkrarøktafrøðingum veksur alsamt, so verða fá størv lýst leys, og tí gerst byrðan á verandi sjúkrarøktarfrøðingar ovurhonds stór.

Hetta hevur við sær, at fleiri og fleiri sjúkrarøktarfrøðingar fara í onnur land at arbeiða.

- Seinastu tøl okkara vísa, at nærum 20% av virknu limum felagsins hava fingið sær norska autorisatión, og talið veksur alsamt. Samstundis er miðalaldurin á virknumsjúkrarøktarfrøðingum nú 47 ár, og um trý ár fara fleiri sjúkrarøktarfrøðingar frá fyri aldur, enn vit seta við, skrivar forkvinnan, sum tí heitir á, at ein verulig ætlan fyri øll trý sjúkrahúsini verður sett í verk.