Tað upplýstir Óluvá í Gong, forkvinna í felagnum, fyri Kringvarpinum á middegi.
Føroysku fakfeløgini hava sitið á fundi hjá Starvsfelagnum í dag at viðgera støðuna, nú sjúkrarøktarfrøðingarnir hava verið í verkfallið í fýra vikur.
Sum skilst røkist einki fyri loysn á ósemjuni millum Sjúkrarøktarfrøðingarnar og Fíggjarmálaráðið – men fyribils er støðan tann sama á arbeiðsmarknaðinum hjá Sjúkrarøktarfrøðingunum til í morgin klokkan 16.