Sjúkrameldaður senatorur gevur demokratum trupulleikar

WASHINGTON D.C.: New York-senatorurin Kirsten Gillibrand vardi í gjár sambært CNN floksfelaga sín, Dianne Feinstein, sum er sjúkrameldað frá amerikanska senatinum.

 

89 ára gamli senatoruin, Dianne Feinstein Mynd: Elizabeth Frantz/Reuters/Ritzau Scanpix

Demokratarnir hava ein tepran meiriluta upp á 51 móti 49 republikanarum, men av tí at Feinstein arbeiðir heimanífrá, fær hon ikki atkvøtt.

Fleiri demokratar søgdu í síðstu viku, at 89 ára gamli politikarin átti at lagt frá sær.

Feinstein hevur verið sjúkrameldað síðani mars og harvið tarnað ymsum verkætlanum. Tað snýr seg millum annað um kjaki um, hvørt amerikanska stjórnin skal hækka skuldarloftið.

Mikudagin upplýsti Feinstein, at hon fyribils leggur frá sær sessin í rættarnevndini. Hon er sjúkramelda vegna helvitiseld, sum er eitt pínufull útslett.

/ritzau/

 

 

89 ára gamli senatoruin, Dianne Feinstein Mynd: Elizabeth Frantz/Reuters/Ritzau Scanpix