Nú verður farið undir eina ætlan, sum skal lyfta føroyska heilsugransking, og sjúkrahúsverkið upp á eitt hægri stig.
Í hesum sambandi er ætlanin at miðsavna alla heilsugransking á sama stað á nýggjárinum, og samstundis skal grundarlagið undir granskingini styrkjast munandi. Í hesum sambandi er ætlanin at gera eina nýggja eind til heilsugransking og endamálið er at lyfta granskingina upp á eitt enn hægri stig, enn hon er í dag, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.
Á nýggju eindini verður øll heilsugransking í Føroyum savnað á einum stað, har granskarar hava møguleika fyri at deila vitan og royndir, og á tann hátt fáa sínámillum samstarv og samvirkan. Endamálið er eisini at teir skulu fáa bestu umstøður at virka undir og á nýggju deildini skal pláss vera fyri 25 granskarum.
Ein arbeiðsbólkur við umboðum úr Heilsumálaráðnum og leiðslunum fyri teir stovnar, har heilsuvísindaliga granskingin fer fram í dag, hevur handað landsstýrismanninum eitt tilmæli um, hvussu granskingareindin í Sjúkrahúsverkinum verður skipað.
Í løtuni fer heilsuvísindalig gransking í Føroyum fram í Sjúkrahúsverkinum, á Ílegusavninum, í Deildini fyri arbeiðs- og almannaheilsu, í Fólkaheilsuráðnum og á Fróðskaparsetur Føroya. Landsstýrismaðurin sigur, at tá ið heilsugranskingardeildin er farin at virka, og hon er komin í eina trygga legu, verður eisini farið undir at kanna, hvussu føroyska Sjúrkrahúsverkið kann skipast sum eitt universitetssjúkrahús.
Eitt universitetssjúkrahús er eitt sjúkrahús, sum umframt tað vanliga virksemið, ið er at viðgera sjúklingar, eisini fremur gransking og tekur sær av at útbúgva av heilsustarvsfólk, eitt nú læknar og sjúkrasystrar, í tøttum samstarvi við eitt ella fleiri universitet.











