Næstan allir teir politisku flokkarnir í Føroyum halda, at tey trý sjúkrahúsini í landinum skulu leggjast saman undir eina felags leiðslu.
Tað er niðurstøðan á veljarafundi, Landssjúkrahúsið skipaði fyri í gjár.
Á fundinum vórðu flokkarnir spurdir beinleiðis, um teir eru sinnaðir at varðveita sjúkrahúsbygnaðin sum hann er nú, ella um teir halda, at tað er rætt at samansjóða tey trý sjúkrahúsini undir eina felags leiðslu.
Og úrslitið av tí er, at allir flokkar, uttan Miðflokkurin og Javnaðarflokkurin, halda, at tað einasta rætta er at leggja øll trý sjúkrahúsini saman undir eina felags leiðslu.
Men samstundis eru allir flokkar samdir um, at øll tey trý sjúkrahúsini skulu varðveitast.
Hinvegin eru eisini full semja um, at tað skal ikki vera ein politisk avgerð, hvat virksemið skal vera á hvørjum sjúkrahúsi, tí tað skal serfrøðin avgera.
Ein bólkur av serfrøðingum er settur at útgreina virksemi á sjúkrahúsunum og at leggja eina menningarætlan fyri sjúkrahúsverkið. Og politisku flokkarnir gjørdu greitt, at tað tilmælið skal fylgjast.
Teir flokkar, sum eru fyri at leggja sjúkrahúsini saman, halda, at tað er ein avgerðandi fortreyt fyri at kunna samskipa virksemið á teimum trimum sjúkrahúsunum. Hinvegin heldur Javnaðarflokkurin, at missa tey smáu sjúkrahúsini sínar leiðslur, verður leiðslan og langt burtur frá brúkarunum. Miðflokkurin heldur ikki, at hetta hevur nakran serligan týdning, tí tað snýr seg um at samstarv ímillum sjúkrahúsini.